Skráin nýggjárshaldið 2024

Í Vági verður í ár, eins og undanfarin ár, gjørt sera nógv burturúr nýggjárshaldinum, sum dregur til sín fólk úr øllum landinum og uttan úr heimi. Fyrireikingarnar hava verið ígongd síðani seint í summar og nú er komið í endaspurtin til at gera alt klárt til nýggjársaftan.

Skráin til nýggjárshaldið í Vági í 2024 er hendan:

Kl. 10-12 Nýggjársnevndin bjóðar til ókeypis almennan morgunmat í VB-húsinum.

Kl. 10 Kirkjurenning frá Vágs kirkju

Kl. 13 Barnatiltak í Vágs Høll v/Bubu og Danny, og har verður eisini andlitsmáling. Dyrnar lata upp kl. 12.30.

Kl. 23.45 Faklagongan fer frá Vágs Skipasmiðju. Faklagongan hjá kvinnum byrjar við Meinigheitshúsið, tá faklagongan hjá monnum kemur vestueftir.

Kl. 0.00 Bál og stórt fýrverksshow á Tríkantinum og Sandinum. Sum vant verður sálmurin “Tíðin rennur sum streymur í á” sungin áðrenn faklarnir verða tveittir á bátin.

Eftir bálið er stórdansur á Eiðinum. Í Vágs Høll spæla Hitmen, Adrenaline, DJ Gajoe, Danny & The Veetos duo. Í VB-húsinum spæla Fourmenh og DJ Annand.

HITMEN í Vágs Høll

Í høllini á nýggjárinum verður eingin annar enn HITMEN!! Sum fer at framføra við genialum tónleiki.

Okur gleða okkum til eitt brak av einum nýggjársdansi, har okur hava okkurt til allir aldursbólkar.