Nú hevur í langa tíð verið tosað um at festa nakað á blað um nýggjárshaldið her í bygdini, og minnast aftur á tað sum fari er fram nýggjárinum viðvíkjandi, síðani nýggjársnevndin ella rættari sagt nakrir unglingar í bygdini tóku seg saman um at gera nakað burturúr og geva nýggjárinum ein hátíðarligan dám. Ikki er lætt at skriva endurminningar og nevna nøvn í sambandi við eitt og annað tiltak, men uttan at nevna nøvn, verður hetta rit uttan virði. Tí meini eg, at hetta heldur skal gerast sum ein bygdarsøga hvar einstakir trína fram bæði í álvara og gaman.
At halda nýggjárið á tann hátt, sum vit í Vági nú hava gjørt í skjótt 30 ár, man vera ókent, tí øll tey fyrstu árini leitaðu fólk úr allari oynni sær higar, fyri at síggja allan tann vakurleika ein sovorðin stund førdi við sær. Ja higar komu fólk úr øllum Føroyum og teir vágbingar, sum hava sett seg niður aðrastaðni eru á hvørjum árið og vitja aftur nýggjársaftan. Men sum tíðin leið vóru tað aðrar bygdir, sum ikki vildu standa aftanfyri vágbingar og um tú lurtar eftir kunngerðunum í útvarpinum upp undir nýggjárið so hoyrir tú at tað eru nógv sum hava tikin siðin upp. Av tí at vit her suðuri ikki nýta orðið gamlaárskvøld, fari eg í hesum ritið at brúka nýggjársaftan og annars at gera hetta so lætt sum gjørligt málinum viðvíkjandi.
Tað er nógv, ein kundi trivið í tá tosað verður um nýggjárshaldið í Vági, men tá ið lítið og einki er niðurskriva frammanundan, verða tað mest samrøður og minnir frá mangari vakrari nýggjársnátt, sum her fara at koma fram. Skemt og stuttleiki hevur sermerkt veitslurnar upp gjøgnum árini og um onkur hevur staðið fyri skotum, so hevur viðkomandi ikki tikið sær tað nær, og tí hevur tað verið gjørligt at sett undirhaldið upp ár undan árið. Tí fari eg eisini her at heita á øll, um ikki at taka sær nær, um onkur stendur fyri skotum.
Í 1963/1964, man vera fyrstu ferð, at kyndlagonga er farin fram her í bygdini nýggjársaftan. Tá ið hetta ikki var nokk, kom í 1967 uppskot um at halda eina veitslu áðrenn fari var at blussa. Henda veitsla dró alt bygdarfólki saman soleiðis, at hetta seinasta kvøldið í árinum hevur alt bygdarfólki drigið eina línu.
Nýggjárshaldið og mannagongdir
Klokkan er 12.30 hin 29 des. og Útvarp Føroya hevur soljóðandi lýsing:
Frá nýggjársnevndini í Vági
Atgongumerkini til veitsluna og dansin, nýggjársaftan, verða seld í kvøld á vanliga staðnum
Nýggjársnevndin
Jú tíðin rennur sum streymur í á, nú er aftur nýggjársaftan í hondum og unglingar eins og vaksnir menn savnast saman í Garðatúninum, flestallir í vásaklæðum, tí nú er tann stundin komin, hvar alt skal fyrireikast til nýggjárið. Fjøldin í Garðatúninum veksur, sum um onkur hevði rópt grindaboð, men her hevur als eingin boða frá grind, nei hetta er savningarstað fyri allar teir sum hava áhuga í at gera nýggjárshaldið so hugnaligt og vakurt sum gjørligt. “Hvar bleiv formaðurin av”! spyr onkur sum ótolnast nú klokkan er farin ganga í móti tvey. Hygg har kemur hann undan hjá Edmundi hjá Jogga. Jú har kemur Mogens við hondum aftan bak og í niðurbrotnum gummistivlum, meðan ulpan hongur sum ein velafrakki aftanfyri. Í stundini flokkast teir yngstu rundan um formannin og spyrja spentir um tað er klárt at fara í gongd við at gera kyndlar, tøl og at fylla tvist í blikkini. “Jú, jú bíða mær eitt sindur, tit skulu nokk sleppa framat, men onkur av teimum vaksnu má vera við tykkum”. “Tað nýtist ikki” svarar onkur, “vit eru vanir, lat okkum bert fáa lyklarnar so fara vit í gongd”.Og áðrenn tú veitst av fer ein riðil av ungdómi eftir vegnum og blandast saman við øðrum ungdómi sum kemur upp í gonguna uttari í bygdini. Leiðin gongur út í kjallaran í Klubbanum, har kyndlatrøð, posar, tvistur, jarntráður og blikk eru upp á pláss. Eftir í Garðatúninum standa so nakrir av teimum meira tilkomnu og spurt verður um hvussu farast skal fram, um nóg mikið er av tunnum, um hvør bátur skal brennast og um kjøtið man vera líka so gott sum í fjør, nú terrin hevur verið so út av lagi vánaligur. Síðani verður tosað um hvussu veðrið man fara at verða nýggjársaftan. Hann segði frá einum djúpum lágtrýsti vesturi í havinum og tað gekk í ein landnyrðing, so hetta sær einki serligt út fyri í ár meinar onkur, men eg skal fara ein túr umborð á eitt av skipunum, sum liggja við kei og vita um eg fái eitt veðurkort. Hetta, at ein kann fáa eitt yvirlit yvir veðri komandi dagarnar uggar hinar og bíða teir spentir eftir hvat hesin hevur at siga tá hann kemur aftur.
Klokkan líðir nú til sjey og nú sæst fólk stúgva seg saman undir húsunum hjá Jørgin Olsen. Óli Emil hevur aftur í ár givið loyvi til at atgongumerkini verða seld har gamli biografurin var. Eisini úti við kioskina hjá Torgerð Suðuroy savnast fólk í hópatali. Hetta eru mest ungfólk, sum ikki ætla sær til veitsluna, men fegin vilja sleppa í dans og her hjá Torgerð vita tey, at atgongumerkini til dansin verða seld. Hvørt navn verður niðurskrivað og atgongumerkini útflýggjaði. Hetta gongur sum smurt og stutta løtu seinni eru í hundraðvís av atgongumerkjum seld. Í meðan Páll skundar sær vestur at telja peningin upp, savnast hinir aftur í Garðatúninum og avgjørt verður hvussu farast skal fram dagin eftir. Formaðurin fer síðan at ringja til út á Nes, fyri at vita um fýrverkið er komið. Jú her er alt undir kontrol svarar Petur, sum nú í nógv ár hevur staðið fyri tí stóra fýrverkinum, sum skotið verður á Garðabrúgv. Olaf og Niels fara at fáa fatur á teimum uppvartingargentum, sum enn vanta og síðani fara allir hvør til sítt. Klokkan er ikki meir enn 10.00 hin 30 des. og longu sært tú menn fáast við at draga ein gamlan bát inn á Trýkantin. Eftir vegnum er longu nógv ferðsla, her koyra smærri lastbilar aftur og fram. Teir koyra tær tómu oljutunnirnar upp á pláss, soleiðis at oljubilurin kann koma at fylla tær. Aðrir koyra vaskigrýtur, borð og annað vestur í VB-húsið. Allan morgunin hevur telefonin kimað og eru hetta fólk, flest vágbingar sum búgva aðrastaðni, sum nú vilja vita um nakað atgongumerkið er eftir og um teir hava nakran møguleika at sleppa við til veitsluna um tey koma suður um fjørð. Seinnapartin verður farið ein túr út í klubban fyri at vita hvussu gongst. Jú har er so stúgvandi fult av ungum sum vaksnum monnum og allar hendur eru í arbeiði. Summir høvla kyndlatrøðini, aðrir vinda posar og hesjan um kyndlarnar, meðan uppaftur aðrir vevja tvist um tølini og gera blikkini klár. Her gongur alt við rúkandi ferð og gott lag er á monnum. Ein sodavatnsfløska, við heldur klárari vesku í gongur frá manni til mannn og onkur minnist aftur á Lávus og Klávus frá í fjør. Jú her verða nógvar góðar søgur sagdar, men nú er tí hjá Herálvi og Hans at fara vestur í kjøtkjallaran á Gørðunum, at saga ræsta kjøtið sundir, tí alt skal jú gerast pottaklárt í kvøld. Niels við Gjógvará, sum hevur við matin at gera roynir nú at savna tær síðstu gassgrýturnar saman og fáa tær vestur í VB-húsið.
Í meðan hetta fer fram, eru Brynjálvur, Gaga, Svenning, Ove og Jógvan Faradal saman við fleiri farnir vestur at heingja leinkjurnar við teim fleirlittu perunum upp. Her er eisini Fróði og fleiri av teimum yngru og hjálpa til, men lagi er einki serligt, tí Jógavn hevur boða frá, at allir hundaproppar eru bannaðir í ár. Aftur tosað menn um veðrið, tí nú er nógvur vindur av eystri og landsynningi og hann boðar ikki frá betri veðrið í morgin, heldur hinvegin.
Tað ýlir av vindi vesturi í VB-húsinum har Lillan, Tinamarna, Jóna, Ketty og Hermanda vaska kjøtið, ímeðan aðrar við Rannvu og Maritu á odda flisa eplir og borðreiða. Inni á skrivstovuni sita Torben og Jósvein og blanda tann sterka løgin, sum Olaf og Páll eru komnir við. Tá tað er kalt og illfýsi hjá teimum sum stríðast uttanfyri, er onki meiri nátúrligt enn at leggja leiðina fram við skrivstovuni, fyri at fáa sær upp í munnin. Okkara Eiler Jacobsen situr alt kvøldi inni á skrivstovuni og ansar tí váta slagnum, soleiðis at ongin skal hava ov nógv.
Í meðan alt hetta fer fram, eru tað tríggir aðrir persónar sum fáast við eitt heilt annað arbeiði. Hetta eru Robert, Niels Petur og Petur Goy, sum nú sita og spilla onkran út og eru vit allir spentir uppá hvønn ella hvørji teir fara at skjóta í ár. Skemti er jú tað mest spennandi við øllum nýggjárshaldinum og tí ræður tað um at onki lekur út í kvøld. Løtu seinni, eru allar leinkjurnar við hesum vøkru ljósunum hongdar upp og hanga tær og sveiggja aftur og fram, í tí nógva vindinum, men væl eru tær spentar upp so ikki bilar. Nú er tíð at fara til húsar, men Mogens vil hava onkran at koyra niðan á ovara veg, fyri haðani at hyggja omanyvir vestara partin av vatninum, har ljósini so ótrúliga vakurt hanga og sveiggja aftur og fram. Spell, at sovorðin vakurleiki ikki kann hanga í friði fyri einumhvørjum bølmenni, sum hevur til fragd at steina perurnar niður. Jú meir enn tað einu ferðina eru mest sum allar perurnar knústar niður. Enn einaferð verður tosað um veðrið og síðani fara allir til hús. Nógv er eftir enn at taka hond í í morgin.
Endiliga er nýggjársaftan og veðrið er tað sama, men nú er hann lækkaður niður í landsynningsunnan við regni. Enn er nógv at gera, blikkini skulu setast upp rundan um Sandin, niðan eftir Eggjavegnum, vestur við Ósagarð og niðan aftur vestan Gjógvará. Hetta arbeiði skal helst støðgast við so leingi sum gjørligt, tí regnar niður í blikkini, so fáast tey ikki at loða. Oljutunnirnar skulu skerast upp og olja latast á blikkini eftir at hesi eru komin upp á pláss.
Nú gongur formaðurin aftur og fram og ongin friður er á honum. Hann vil vissa sær, at alt er í lagi, tí nú má einki mangla og einki gerast skeivt. Síðsta hond verður nú løgd á verkið og so við og við tynnist við fólki á Trýkantinum. Teir sum hava aldur til tess, eru farnir til húsar at vaska sær oljudeymin av, tí nú stundar til veitsluna í VB-húsinum. Men teir yngru stríðast víðari, teir gera alt klárt til at festa í blikkini og gera sær smáar kyndlar til endamálið.
Klokkan er nú sjey og nógvir bilar síggjast koyra vestur á Eiði, summir koma ikki heim aftur, meðan teir sum hava hýruvognsskelti á takinum koyra dúgliga aftur og fram. Skjótt stúgvast fólk í forhøllini, aftaná at hava fingið upp í munnin á veg inn um dyrnar, har Niels við Gjógvará og Tummas Johan bjóða vælkomin. Løtu seinni fara øll til borðs, men fyrst skal hitt beini hava ein ráka, tí við innaru dyrnar standa Torben og Jósvein við hvør sínum stórum tjaldursglasi í hondini. Her er nógv fólk samankomið. Her eru vágbingar, sum búgva aðrastaðni í Føroyum, ja summir eru komnir heim úr fremmandum londum fyri at halda nýggjár. Her eru menn, sum alt árið hava siglt rundan um knøttin og hvønn dag glett seg til at halda nýggjár saman við vinmonnun og kenningum heima í Vági. Dánjal Petur, ella í hesum samanhangi kendur sum D.P. “Nyttår” er saman við Ólavur og Mýra-Jakki eisini komnir til veitsluna. Hesir tríggir eru veteranar innan nýggjárshaldið. Tá ið alt fólki er sessast verður boðið vælkomið og síðan verður røst súpan og kjøt borðið innar av ungum kvikligum konufólki, sum so smidliga snúgva sær millum stólarnar í hesum yvirfylta VB-húsið. Enn hoyrist dunan av hvirlum, sum ríva í taki og hvína um húsarhornið og sjálvt í hesum veitsluróma eru tað mong sum tosa um hvussu veðrið man fara at skikka sær seinni. Súpanin er sum altíð heit og vælsmakkandi og hetta góða ræsta kjøti glíður væl niður í hesar tómu livrakíkarnar, sum nú so blíðskortaðir sita saman á Vágseiði, meðan sangurin “Ei nýggjársaftan eg sá so skaftan” rungar í hesi mannfyltu høll.
Formaðurin situr tó ikki í friði, hann gongur stútt út í dyrnar fyri at kanna eftir um veðrið ikki man vera í betring. Tað einu ferðina hann kemur innar sigur hann frá, at nú regnar av grimd. Kanska hann regnar seg vesturum, er ein so skjótur at svara og nú er lagi eitt sindur betur á monnum, meðan teir skunda sær aftur á pláss, tí nú er skonkjarin á veg. Skál ljóðar frá skeinkjaranum í tí hann rættur glasið frá sær og skál hoyrist aftur frá hinum, sum drekka skal. Nú er vorðið heitt inni og ein, ið situr nærmast við, opnar eitt vindeyga. Tá ið hetta er gjørt vendir hann sær ovurfegin ímóti fjøldini og rópar hart, at nú er so blankastilli uttanfyri. Aftur einaferð hava veðurgudarnir vent teirra blíða sinni móti okkum í evstu løtu. Tað fer eitt suð gjøgnum allan salin og onkur trívur í táttin um Skarðgjógv av berum kæti og bert sekundir eftir sita øll og rugga aftur og fram, meðan sangurin um Skarðgjógv verður toygdur úr hvørjari lykkju. Løtu seinni koma teir tríggir Føroya bestu skemtarar á pallin og nú er friður í høll. Ljósið verður sløkt og bert pallljósini upplýsa pallin har Robert, Niels Petur og Goya Petur eru til reiðar.
At greiða frá hvussu hetta skemti fer fram, er ógjørligt, tí teir finnast ikki orð sum kunnu setast saman soleiðis, at ein fær innlit í hesa ótrúligu løtu, hvar tað mest ófatiliga kann lata seg gera. Nei hetta er nakað, sum má upplivast við egnum eygum og oyrum. Tað er ikki ein og hvør, sum kann trína fram á pallin sum “Bodybuildari” ílatin smáar svimjibuksur við mandarinum í. Ei heldur er tað nakar her á land, sum so rámandi og tó skemtiligt kann seta orð saman til vísur og sangir, sum NePtuN og McBirnie. Her koma eisini so vælinnballaðar søgur at ein má vera lokalkendur fyri at fáa alt við.
Klokkan umleið 23.00 verður sagt væl gagnist og at enda reisist mannamúgvan og tekur saman hendur fyri síðan at fara kvøðandi “Vælkomnir føroyingar her í vási” frá borðinum. Nú borðhaldið er komið at enda, skunda menn sær til húsa fyri at skifta til vásaklæðir einaferð enn, tí nú skal tað veruliga nýggjárhaldið verða. Býráðsformaðurin hevur syrgt fyri, at øll gøtuljósini eru sløkt og nú liggur fjørðurin so stillur sum ein sveiti, ímeðan rakettir og bál speglast og skyggja á teim stillisligu aldunum, sum nú so spakuliga renna inn gjøgnum fjørðin og enda tutlandi uppi á Sandinum, har menn skunda sær at seta heiðursportrið við “Johannu” upp. Aftur aðrir hava lagt leiðina út í klubban og hesir stríðast nú við at fáa kyndlarnar niðan á plássi undir býráðsskrivstovuni. Her verða kyndlarnir latnir niður í olju og síðani lagdir soleiðis at oljan kann renna burtur úr aftur. Hetta eru vaksnir menn, sum standa fyri slíkum arbeiði, menn sum hava verið við í skjótt 30 ár. Hesir vita, at um ikki oljan er runnin væl av aftur, so kann henda tað, at brennandi olja rennur niður á tey berandi fólkini og skaði standast av. Menn og kvinnur koma nú tysjandi úr øllum ættum, eins og huldufólk úr homrum og taka nú hvør sín kyndil. Stillað verður upp í rað og nú sæst formaðurin koma longri vesturi á vegnum. “Er alt klárt” spyr formaðurin og hann fær eitt játtandi svar.
Í meðan hetta fer fram hevur klokkan smoygt sær um miðjunátt og allastaðni sær tú fólk ynskja hvør øðrum eitt gott komandi ár og takka fyri tað gamla. Ein norðingur kemur framvið og spyr hvat vit bíða eftir tá klokkan er farin um miðjunátt. “Jú vit bíða við at festa í til alt fólki er komið úr kirkjuni” verður svara og hin fremmandi heldur leiðina vestur eftir vegnum. Tá ið so tey síðstu fólkini, sum hava verið í kirkju eru komin oman á vegin gevur formaðurin boð um at festa í og nú gongur skjótt fyri seg. Bert lítla løtu seinni er ein heilur herur á veg vestur í gjøgnum bygdina við logandi kyndlum í hendi. Hesa løtu kennist onki stríð ella klandur, tí her er øll bygdin saman. Her ganga øll lið um lið vestur í móti Sandinum har alt tað gamla skal brennast. Her ganga Bøfressar, Bakka- og Líðarmenn saman við Løðhamarsmonnum og Toftamonnum, her ganga Kikslamenn og Traðarmenn saman við Tippismonnum og teimum uttan av Marknaroyri og lið um lið fylgjast kirkjufólk og bapitistar. Øll eru glað eina so vakra løtu sum hesa.
Við Mogens á odda verður so gingið vestur ímóti hjá Kissa har hitt farna árstalið hongur logandi tvørtur um vegin. Ja hetta er árið sum fór og tí er at halda leiðina fram. Nú dunar av skotum og tað ljóðar sum úr maskinbyrsu, tá fest verður í tær sokallaðu “karamelleskjurnar”.
Nú er eisini heiðursportri tendra og brennandi sæst “Johanna”, sum Kaj í Líðini so hegnisliga hevur riggað til við fullum seglum, meðan kyndlagongan gongur inn í hitt logandi nýggja árstalið. Leiðin gongur síðani yvir um Sandin og vestur í gjøgnum Ósagarð og onkur trívir í “Kejseren Napoleon”. Nú dundra skotini á Garðabrúgv og áðrenn tú veitst av, er alt sum ein kláran summardag. Hetta eru tær stóru rakettirnar, sum Petur Winther saman við hjálparfólki sendir upp. Tá hesar rakettirnar eru komnar upp í eina ávísa hædd bresta tær og túsundavís av fleirlittum ljósum spreiða seg sum kuplar um himmalin og hvørja fer tað eydnast at fáa 3-4 sovorðnar at bresta samstundis hoyrist eitt langt Áh, Áh, Áh frá fjøldini, sum hevur stúgva seg saman undir Báraldarbakka.
Nú koma kyndlamenninir um brúnna við Misá og halda leiðina út ímóti verðsins størsta trýkanti, sum Jørgin Olsen, sáli, kvað á sinni. Her verður so gingið rundan um Trýkantin og tá allir eru komnir út um Báruna, verður stilla upp rundan um bátin, sum brennast skal.
Nú verður sangurin “Tíðin rennur sum streymur í á” sungin, og nú kanst tú síggja tár á mongum kinni. Hesa stuttu løtu standa øll og minnast á tað farna, og tey, sum mist hava í farna árinum, fella eitt tár av sorg, ímeðan onnur kenna sær kalt oman eftir rygginum av hesi vøkru stund og fella eitt tár av gleði.
Tá sangurin er at enda komin verður tekin givið og verða nú allir kyndlarnir kastaðir í bátin, sum skjótt stendur í ljósum loga. Nú leita fleiri framat og hendur verða tiknar saman, tí nú skal “Huldugentan” kvøðast øll sum hon er, og um ikki ov nógvur roykur stendst av bálinum, verður Flóvin Bænadiktsson eisini kvøðin. Jú, mangan hevur dansurin gingið lívliga rundan um bálið, meðan hørð skot hava dundrað og afturljóðið úr homrunum ljóða snjøll, og vakrar sólir í alskyns litum hava upplýst fløtuna yvir eftir Sandinum.
Ímeðan alt hetta er farið fram, hevur brannbilurin staðið til reiðar, um eitt ella annað óhapp skuldi hent. Og nú fólkið byrjar at tynnast fara Bunyan og hjálparmaður hansara at sløkkja, tí meiri enn tað einu ferðina er vindurin brostin á stutt eftir at fólkið er farið.
Nú er so dansurin vesturi í høllini á Eiðinum eftir, og kl. 2.00 eru Eli og Olaf til reiðar at lata upp fyri einum hópi av ungfólki, sum vilja sleppa inn at dansa til tann ljósa morgun. Og sjálvt um eini 6 – 700 ungfólk hava leitað sær vestur á Eiðið, hesa ársins fyrstu nátt, so gongur alt friðarligt fyri seg. Her ganga jú 6 – 7 trøllvaksnir kontrollørar og er tað onkur, sum ikki er nøgdur, so verður viðkomandi blakaður út og sleppur ikki innaftur, og hvør vil standa uttanfyri hesa nátt, tá dansurin gongur so lívliga.
Móti morgni, tá alt tað dansandi fólkið er farið heim, verður hugt eftir rundan um í høllini og inni í salinum, og síðani verður avgjørt nær allir skulu møtast aftur fyri at rudda upp, tí upptakið eftir eina so stóra veitslu er ótrúliga stórt. Men hesin fyrsti dagur í árinum er mangan tann, sum hevur givið fyrireikarunum tær mest minniligi løturnar.
Aftur er eitt væleydnað nýggjárshald farið aftur um bak, og vit eru komin inn í eitt nýtt ár, hvar gerandisdagurin aftur skal gera bygdafólkinum minni og størri trupulleikar at dragast við, og hvar alt er fjalt í framtíðini, og hvør veit, um vit øll aftur kunna savnast komandi ár.
Sum Palli í Tøðuni kvað:
Sum áin, so alt lívið er,
hjá summum hóvliga alt ferð,
hjá øðrum bert til strev og stríð,
ja, soleiðis er jú býtt við tí.
Hans í Líðini skrivaði
Myndirnar eiga:
Palli Jacobsen, Ulf Vág Nolsøe, Margreth Joensen, Johannes Andreasen, Dennis Holm og Mortan Ovi Mortensen.