Mangar stuttiligar og minniligar løtur eru frá nýggjárshaldinum í Vági. Her fara okur sum frá líður at hava nakrar av óteljandi stuttligu frásøgunum frá nýggjársupplivingum hesi seinastu 50-60 árini.
Nýggjárshaldið í Vági byrjaði í 1963/64
Arnfinnur Hjelm Bjarkhamar: Nú eru tað eisini 50 ár síðani nøkur ungfólk “stjólu” ein bát frá Jørgini Olsen, og settu hann fyri vegin, so eingir bilar kundu koyra. Tíverri brotnaði báturin og ungfólkini vórðu meldaði. Tí betur spældi alt væl av, tí Jørgin fekk ein annan frá Johan Dahl,sála. Haldið tað var ein bátur av “City”.
Eyðbjørg Winther Hansen: Báturin bleiv settur tvørtur um vegin beint við húsini hjá Diasi Je minnis3t, at antin Óli Horn ella Tummas við Kráir akkurát var innkomin, og nakrir sumbingar, sum vóru við, skuldu suður, men tá teir komu til, har báturin stóð, so noyddist teir sjálvandi at støðga. Teir fóru úr bilinum, og skuldu flyta bátin, men tá blivu teir oystir undir í kinasarum av okum, sum stóðu omanfyri húsini á Skála. Tað, sum je minnist serliga gott, er at ein rópti “O develøn teki, eg eri í nýggjari troyggju”
Petur Rouch Minnist væl náttina. Klokkan var farin av trý , tá ein jeepur kom koyrandi vestur eftir og støðgaði beint framman fyri bátinum. Sjafførurin kom út og hugdi seg íkring, setti seg í jeepin aftur , bakkaði og drønaði so inn í gronina á bátinum so hann vendi út og vestur og slapp so forbí. Dagarnir eftir tað vóru ikki so stuttligur, tí eg fekk av at vita, tú okur høvdu framt herverk – og fleiri enn 40 ungdómar vóru meldaðir – hetta var stór skomm. Minnist ein mann, sum ikki vildi trúgva, at hann var við í hópinum, tí hann var 48 ár. Haldi meg minnast, at okur ella onkur betalti eina bót, so Jørgin fekk ein annan bát, men árið eftir bleiv so skaddi báturin brendur – og nýgjárshaldið í Vági fekk sín skap.
Hví verður bátur brendur á nýggjárum?
Í Vági hevur tað síðani 1963/1964 verið fastur táttur at brenna ein bát nýggjársaftan. Mangur man hava undrast hví og hvussu hesin siður man verða komin í lag.
Hans í Líðini hevur skrivað niður frásøgn um hvussu nýggjársaftan varð hildin áðrenn 1964 og hví byrjað var at brenna bát nýggjársaftan.
Nýggjárið áðrenn 1964
Nýggjárið áðrenn 1964 varð hildið soleiðis, at óvitar brendu bál og eitt sindur av fýrverki varð skotið, tá kundi ein keypa teir sonevndu “kinesararnar” og kanónsløg, eisini vóru nógvar rakettir sendar upp. Savnað varð til nýggjárið og mangur ein kjallari mundi standa á tremur við papp-eskjum og øðrum brennandi tilfari.
Eg minnist at “Gamli Smyril” lá við bryggju ein nýggjársaftan og teir sendu hesar stóru neyðrakettirnar upp. Eisini minnist eg at útróðrarbátarnir Fagriklettur, Líðarenni og Uranus sendu upp rakettir, tá ið hesir komu heimaftur av útróðri hetta kvøldið.
Eg minnist eisini sum smádrongur, at teir menn, sum arbeiddu við Eggjarnar, plagdu at seta blikk við tvisti í, fram við vegnum niðan til Eggjarnar, og at Mortan hjá Kristini á hvørjum ári gjørdi kyndlar til allar smádreingirnar ivan land.
Tað vóru tó ikki øll, sum gingu við kyndlum, teir meira tilkomnu dreingirnir fóru hetta kvøldið út at gera “fortre”, sum vit kalla tað. Tað var fastur táttur at taka øll portur av, sum teir komu framá, og so vóru tey goymd burtur. Helst skuldu portrini goymast soleiðis, at eigarin skuldi leita leingi, áðrenn portrið kom aftur í aftur.
Løgreglan uppí leikin
Hetta við at goyma portur og at gera seg inn á fólk, hevur ivaleyst vundið so nógv uppá seg, at hetta at enda varð tað reina herverk. Seinastu árini upp til 1964 var løgreglan uppi í, tí tað var ikki við míkindum at teir ungu ófriðarkropparnir fóru fram.
Hetta við løgregluni kundi ikki halda áfram, og tí mátti finnast uppá okkurt annað. Jú, onkur kom við hugskotinum um at fáa fatur á einum báti og brenna hann vesturi á Sandinum, sum hinaferðina tá ið “Fremad” varð brendur. Søguna um “Fremad” kendu teir, og henda hending man helst vera grundarlagið undir tí siði at brenna ein bát nýggjársaftan.
Tá “Fremad” brendi
“Fremad” var ein motorbátur, sum Sandur við Misá átti, men hesin bátur varð settur á land niðanfyri á Báraldarbakka, og hevði sostatt staðið á turrum í fleiri ár.
Seinnapartin henda minniliga nýggjársaftan (hetta hevur verið í umleið 1947-48), tá ið “Fremad” brendi, høvdu teir yngru dreingirnir vesturi í Bø verið umborð og brent bál á dekkinum á hesum báti og gav tað ivaleyst teimum dreingjunum, ið vóru eitt sindur eldri, hugskotið at seta eld á bátin seinni um kvøldið.
Hetta sama kvøldið varð síðani farið undir at savnað inn tilfar til bálið, sum skuldi verða so stórt sum gjørligt. Fingið varð til vega bæði hoyggj og ráolja, sum hesir unglingar, nógvir í tali, bóru vestur á Sandin. Oljuna høvdu teir fingið sær frá motorbátunum, sum lógu við Garðabrúgv.
Tá ið teir hildu at Sandur, sum átti bátin, var lagstur um kvøldið, varð eldur settur á, og bálið bleiv sum væntað øgiliga stórt, ja eitt tað størsta sum menn vita um. Hetta bálið, sum vardi tað mesta av náttini, var sum sagt sera stórt, mest tí at olja allatíðina varð oyst á bátin, sum var so ”gjøgnumsýraður” av ráolju.
Veðrið hetta kvøldið var serstakliga gott og login fór beint upp í luftina. Seinni tá ið Sandur fekk at vita, hvat hesir unglingar og nakrir tilkomnir menn, sum eisini vóru við, høvdu havt fyri, varð hann í øðini, men hesir komu tó ongantíð at endurgjalda tann brenda bátin.
At hetta var eitt upplivilsi tá í tíðini, ja, ein stórhending, er einki at ivast í, og tá bálið var av tí størsta, var mestsum øll bygdin samankomin, ja í øllum førum líka so nógv sum tað plagar nú á døgum.
Keldur
Her skal viðmerkjast, at Hans í Líðini hevur skrivað frásagnina um tá “Fremad” brendi eftir samrøðu við Valberg Thorsteinsson, sála, Bunyan Midjord og Mortan á Báraldarbakka, sála.