Fólk frá minst 9 londum til Nýggjárshaldið í Vági

Nýggjárshaldið í Vági hevur neyvan eydnast betur og verið vakrari enn tað var hesuferð. Veðrið var av tí besta og teir útvið 160 faklarnir vóru byrjanin til eitt stórsligið kvøld kring Tríkantin á Sandinum, har skrýddur nýggjársbátur stóð klárur at brenna.

Longu tíðliga í desember var greitt, at fleiri útlendsk ferðaløg fóru at koma til Nýggjárshaldið í Vági. Men tá faklagongan byrjaði úti í miðbýnum í Vági, gjørdist skjótt greitt, at nógv fleiri útlendskir gestir (tey flestu við myndatólum) enn man visti um vóru komnir til Vágs.

Í lítlari kanning millum tey, sum leiga út til gisting, er greitt, at fólk frá í øllum førum 9 ymiskum londum høvdu leitað sær til Vágs at uppliva Nýggjárshaldið í Vági.

Tvey ymisk ferðaløg vóru úr USA. Tvey ymisk ferðaløg vóru úr Skotlandi. Ferðaløg vóru eisini úr Kina, India, Italia, Fraklandi, Týsklandi, Íslandi og Danmark.

Hugsandi er, at fleiri onnur ferðaløg eisini hava verið í Vági nýggjársaftan, tí umframt møguleikan at gista hjá familju og vinfólkum, so ber eisini til at leiga gisting umvegis AirBnB.

Neyðugt verður til komandi ár at fara undir at tryggja at fleiri songjapláss verða tøk, nú stórur útlendskur áhugi er fyri at koma til Vágs at uppliva Nýggjárshaldið í Vági.

Bookmark permalink.

Lukket for kommentarer