Gera film um Nýggjárshaldið í Vági

Í fleiri ár hevur verið umrøtt ætlan um at fáa skjalfest søguna hjá Nýggjárshaldinum í Vági. Tosað hevur verið um bókaútgávu, men skjótt varð komið eftir, at filmurin uttan iva er besti hátturin at siga søguna um Nýggjárshaldið í Vági.

Tá farið varð undir at fyrireikað nýggjárshaldið 2017/2018, varð tí eisini gjørt av, at nú skuldi filmur gerast um Nýggjárshaldið í Vági. Nýggjársnevndin heitti á teir báðar Una Arge og Hans Petur Hansen um at standa fyri hesum filminum. Uni og Hans Petur hava seinastu árini latið úr hondum fleiri einastandandi filmar um ymisk viðurskifti í Føroyum, t.d. film um Lítla Dímun, Gjáar bygd og Havnar Arbeiðsmannafelag.

Hesar seinastu dagarnir hava Uni og Hans Petur verið partur av býarmyndini í Vági, har teir hava fylgt fyrireikingunum av nýggjárshaldinum í Vági. Umframt at geva eina mynd av nýggjárshaldinum í Vági, so er endamálið við filminum eisini at fáa við upprunan til nýggjárshaldið, umframt ein part av drúgvu søguni sum telur fleiri enn 50 ár.

Við tað at filmurin eisini er afturlítandi, so fer Nýggjársnevndin at heita á fólk, sum hava gamlar myndir og filmsupptøkur frá nýggjárshaldinum um at venda sær til Nýggjársnevndina, soleiðis at hesin parturin av søguni eisini kann sjónliggerast í filminum.

 

Bookmark permalink.

Lukket for kommentarer